EM: Tveir danskarar og ein norðmaður á All Star liðnum

EHF hevur valt bestu leikararnar í EM-endaspælinum

Danmark eigur besta málverjan í EM-endaspælinum

Sum siður er verður eitt All Star lið valt aftaná eitt lokið endaspæl.

 

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur valt All Star liðið fyri EM-endaspælið í Ungarn, Sveis og Eysturríki, ið júst er lokið.

 

Danmark fekk tveir leikarar á All Star liðnum, meðan Noreg bert fekk ein. 

 

All Star liðið:

 

  • Vinstri vongur: Emma Friis (Danmark)
  • Vinstri bakkur: Tjaša Stanko (Slovenia)
  • Spælskipari: Henny Reistad (Noreg)
  • Høgri bakkur: Katrin Klujber (Ungarn)
  • Høgri vongur: Viktória Győri-Lukács (Ungarn)
  • Strikuspælari: Tatjana Brnovic (Montenegro)
  • Málverji: Anna Kristensen (Danmark)
  • Verjuleikari: Pauletta Foppa (Frakland)
  • Besti ungi leikarin: Petra Simon (Ungarn)

Danmark eigur besta málverjan í EM-endaspælinum