EM24: Valentin Mihăilă er skjótasti leikarin undir EM

Danski leikarin, Rasmus Højlund er tann triðskjótasti leikarin

Millum tey meira forkunnugu og stuttligu EM-hagtølini er yvirlitið við 10 teimum skjótastu leikarunum undir EM-endaspælinum í Týsklandi.

Rumenski leikarin, Valentin Mihăilă er við einari toppferð á 35,8 km. skjótasti leikarin undir EM-endaspælinum.

Danski áleyparin, Rasmus Højlund er tann triðskjótasti leikarin við einari toppferð á 35,5 km.

HER er topp-10 listin við skjótastu EM-leikarunum: