Endaliga staðfest: Saudiarabia er vertur fyri HM-endaspælinum í 2034

HM-endaspælið í 2030 verður í seks ymiskum londum

Tað var væntandi, og í dag bleiv tað endaliga staðfest á aðalfundi hjá altjóða fótbóltssambandinum, FIFA. HM-endaspælið hjá monnum í 2034 verður í ríka oljulandinum, Saudiarabia.

 

Tað merkir væl, at HM-endaspælið, júst sum HM-endaspælið í Katar í 2022 verður um veturin, tí tað er ov heitt at spæla um summarið. Tað er ætlanin hjá fyrireikarunum, at HM-endaspælið skal leikast í januar í 2034. 

 

Samstundis er eisini staðfest, at Marokko, Spania og Portugal eru HM-vertir í 2030. Tó fara Uruguay, Paraguay og Argentina at hýsa hvør sín HM-dyst í samband við, at tað tá eru liðin 100 ár síðani, at fyrsta HM-endaspælið var í Uruguay.

 

Komandi HM-endaspælið í 2026 verður leikt í USA, Meksiko og Kanada.