Stórabretland letur nú upp fyri møguleikanum at beina burtur stemplið, sum uppreistrarbólkurin, Hayat Tahrir al Sham, stytt HTS, hevur sitandi á sær.
Hetta er bólkurin, sum stóð á odda, tá Assad-stjórnin í Sýria fall um vikuskiftið. Hayat Tahrir al Sham hevur verið bólkaður sum ein yvirgangsfelagsskapur.
Sky News veit í morgun at siga, at bretskir myndugleikar nú umhugsa at broyta hetta stempul, sum bólkurin hevur sitandi á sær.
Sambært bretska ráðharranum, sum arbeiðir við viðurskiftum millum lond, Pat McFadden, hevur tað, sum nú hendir eftir, at Assad-stjórnin fall, týdning fyri avgerðina hjá Bretlandi í hesum sambandi.