ES fer fyri fyrstu ferð at revsa kinesiskar fyritøkur í sambandi við kríggið í Ukraina.
Tað sigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
Fráboðanin kemur frammanundan, at uttanríkisráðharrarnir í ES væntandi fara at samtykkja 15. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi í dag.
Hesaferð verður Kina tó eisini rakt:
- Hetta vísir okkara meting um, at tá Russland kann føra kríggj í Ukraina við tí ferð, tey gera í løtuni, er tað orsakað av kinesiskum stuðli, sigur Lars Løkke Rasmussen.
15. pakkin við revsitiltøkum fer væntandi at raka russiska skuggaflotan við gomlum tangaskipum umframt kinesiskar fyritøkur, sum framleiða dronur til Russland.
- Tað er ikki soleiðis, at kríggið ikki kundi førast uttan kinesiskan stuðul. Men tað er eyðsæð, at samstarvið, sum vit síggja frá russiskari síðu við Iran, Norðurkorea og stóra útflutningin úr Kina til Russlands, ger, at Russland kann føra kríggj, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, hevur eisini varpað ljós á alsamt tættari samstarv millum Russland, Kina, Iran og Norðurkorea.
Hetta hevur millum annað elvt til, at Norðurkorea nú hevur beinleiðis hermenn við í bardaganum móti Ukraina.
Avbjóðingin frá Kina er serliga álvarsom í ljósinum av, at Kina er heimsins næststørsti búskapur. Tí eru stórir møguleikar at veita Russlandi avgerandi útgerð til nýtslu í krígnum í Russlandi.
Danski uttanríkisráðharrin vónar, at revsitiltøkini kunnu vera við til at fáa Kina at broyta kós.
- Tað er umráðandi, at vit nú taka stig til og fyri fyrstu ferð revsa kinesiskar fyritøkur, sum vit vita eru við í hesum og sum gera stríðið hjá Russlandi møguligt.
- Tað er ítøkiligt, men tað er eisini eitt týðandi politiskt signal til Kina, at Kina eisini hevur ábyrgd av at enda kríggið, sigur Lars Løkke Rasmussen.
/Ritzau/