ES hevur í dag sett í verk formligar kanningar av sosiala miðlapallinum TikTok.
Tað er í sambandi við ákærur um, at sosialu miðlarnir vórðu brúktir til at blanda seg upp í valið í Rumenia.
ES-nevndin fer at kanna, um TikTok hevur hildið ES-lóggávuna á økinum.
- Eftir álvarsligar ábendingar um, at útlendskir aktørar hava blandað seg uppí rumenska forsetavalið við at brúka TikTok, kanna vit nú, um TikTok hevur brotið ES-lógina um talgildar tænastur, sigur nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen.
Hægstirættur í Rumenia avgjørdi fyri stuttum at ógilda fyrra umfar av forsetavalinum í landinum.
Tey bæði valevnini, sum fingu flestar atkvøður í fyrsta umfari av valinum 24. november, vóru russiskt sinnaði høgrapolitikarin Calin Georgescu og miðhøgra valevnið Elena Lasconi.
Georgescu fekk væl fleiri atkvøður enn væntað í fyrra umfari av valinum.
Í meiningakanningum stóð hann til at fáa umleið fimm prosentum av atkvøðunum. Men hann endað uppi á væl yvir 20 prosent av atkvøðunum.
Trygdarráðið í Rumenia hevur áður givið út skjøl, sum vísa, at landið varð útsett fyri "massivum russiskum hybridálopum."
Í einum av skjølunum segði fregnartænastan, at Georgescu varð stuðlaður nógv umvegis sosiala miðlapallin TikTok. Hetta hendi gjøgnum samskipaðar kontur, algoritmur og greiða promovering, sum goldið varð fyri.
/Ritzau/