ES fer at útseta sítt svar uppá amerikanska stál- og aluminiumstollin.
Tað segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sambært tíðindastovuni AFP í dag.
ES roynir í løtuni at fáa eina avtalu í lag við USA um at sleppa undan einum breiðari 30 prosent tolli á vørur, sum koma inn í USA.
Fráboðanin í dag er ætlað at geva rúm fyri teimum samráðingunum.
Ítøkiliga snýr útsetingin seg um eitt ES-svar uppá amerikanska tollin á stáli og aluminium.
Svarið skuldi koma í gildi í týsnáttina, tá ein leikbann fór úr gildi.
Men tað leikbannið er nú longt.
- USA hevur sent okkum eitt bræv við tiltøkum, sum koma í gildi, um ikki ein samráðingarloysn fæst. Tí fara vit at leingja steðgin av okkara móttiltøkum til fyrst í august, segði von der Leyen á tíðindafundi í dag.
- Samstundis fara vit framhaldandi at fyrireika móttiltøk, soleiðis at vit eru púra til reiðar, helt ES nevnarforkvinnan fram.
Hetta verður gjørt, eftir at Trump leygardagin legði meira trýst á ES í samráðingunum við at hótta við 30 prosentum av tolli frá 1. august.
Ritzau/AFP