Evropiskir leiðarar luttaka á fundinum millum Trump og Zelensky

Forkvinnan í ES-nevndini skrivar á X, at Zelensky hevur biðið hana luttaka á fundinum við Trump mánadagin.

Putin og Trump hittust á fundi í Alaska fríggjakvøldið, har teir umrøddu kríggið í Ukraina – uttan at nakað beinleiðis úrslit spurdist burturúr. Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, skal luttaka á fundinum millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og ukrainska forsetan, mánadagin í Hvítu Húsunum.

Hetta skrivar hon í einum uppslagi á X.

Nevndarforkvinnan sigur eisini her, at aðrir evropeiskir leiðarar eisini luttaka á fundinum.

– Eftir áheitan frá Zelensky forseta fari eg at luttaka á fundinum við Trump forseta og aðrar evropeiskar leiðarar í Hvítu Húsunum í morgin, skrivar von der Leyen.

Enn er ikki greitt, hvørjir evropeiskir leiðarar umframt von der Leyen koma við.

 

/Ritzau/

 

Putin og Trump hittust á fundi í Alaska fríggjakvøldið, har teir umrøddu kríggið í Ukraina – uttan at nakað beinleiðis úrslit spurdist burturúr. Mynd: Andrew Caballero-Reynolds/AFP/Ritzau Scanpix