Suðuroyartunnilin er avgerandi fyri okkum

Suðuroyartunnilin kann vera við til at lokka ungar suðuroyingar heimaftur til Føroyar at búgva

Tað halda Tabita av Rana og Sólrun Vestergaard Kjærbo, sum báðar tvær eru fluttar úr Suðuroynni fyri at nema sær út búgving í Danmark. Men tær ætla sær báðar heimaftur.

 

Tað sigar tær í samrøðu við Sosialin, har víst verður á, at kjakið um ein Suðuroyartunnil hevur leingi verið merkt av røddunum hjá eldra ættarliðnum. Og tað hevur kanska verið ov lítið at hoyrt frá teimum ungu – teimum, sum í framtíðini skulu brúka tunnilin. Nøkur teirra búgva í løtuni í Danmark, har tey nema sær útbúgving, og tey hava eisini nakrar tankar um Suðuroyartunnilin.

 

Ein av teimum er 26 ára gamla Tabita av Rana, sum flutti úr Trongisvági í 2020 fyri at útbúgva seg í Keypmannahavn. Hon bleiv liðugtútbúgvin farmakonomur í fjør og byrjar nýggja útbúgving sum ambulansaviðgeri í næstu viku og fer møguliga at víðariútbúgva seg eftir hetta. Sostatt verður hon verðandi uttanlands í nøkur ár aftrat.

 

Hennara stóra ynskið er at flyta heim aftur – heim aftur til Trongisvágs. Men uttan fast samband til miðstaðarøkið, verður tað trupult, ímyndar hon sær.

 

Tískil vónar hon, at Suðuroyartunnilin verður veruleiki sum skjótast.

 

– Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri okkum ungu, at tunnilin kemur. Við einum tunli vænti eg, at nógv fleiri suðuroyingar høvdu flutt suður aftaná lokna útbúgving uttanlands.

 

Sjálv ivast hon ikki.

 

– Eg hevði í øllum førum flutt suður, um ein tunnil kom. Tað er har suðri, eg kenni meg mest heima. Mítt heim, bakland og mínar røtur eru har. Og eg vil gjarna geva mínum framtíðar børnum gleðina av at búgva í Suðuroynni, sigur Tabita av Rana.

 

– Eg hevði í so fall kunnað arbeitt norðan fyri og koyrt ímillum. Tað kann eg ikki uttan ein tunnil. Tað riggar sera illa at pendla við Smyrli, sum nú er, men ein tunnil hevði gjørt tað betur møguligt.

 

Ein annar suðuroyingur, sum býr og lesur í Danmark, er 25 ára gamla Sólrun Vestergaard Kjærbo úr Sumba. Hon lesur til fysioterapeut og ætlar sær undir øllum umstøðum at flyta suður, tá hon er liðug í Danmark.

 

– Eg havi valt útbúgving við tí fyri eygað at flyta suður aftur. Eg vil búgva og arbeiða har, og tí valdi eg eina útbúgving, sum eg veit, eg kann brúka í Suðuroynni, sigur hon.

 

Meðan Sólrun hevur valt eina trygga útbúgving til arbeiðsmarknaðin í Suðuroy, so er støðan ein onnur hjá vinfólkum hennara.

 

– Fleiri vinfólk hava valt útbúgvingarleiðir, sum ikki kunnu brúkast í oynni. Tey mugu tískil flyta til antin miðstaðarøkið ella vera verðandi í Keypmannahavn. Tað er øgiliga keðiligt, tí eg veit, tey eisini ynskja at búgva har, sum tey eru uppvaksin og tætt at sínum kæru, sigur hon og tekur samanum: 

 

– Tunnilin hevði givið okkum ungu frælsi at valt yrkisleið eftir áhuga og samstundis búð har suðuri.

 

Lesið samrøðuna við tær báðar í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.