Faxe Kondi kvinnur: VÍF vann stórsigur á VB

Tað vóru 22 mál á muni í Vestmanna

Ein dystur var í kvøld leiktur í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF stórsigur 36-14 á VB. Í steðginum var VÍF á odda 22-7.

 

Fríða Nolsøe Olsen (myndin) var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Toppskjúttar hjá VB við fýra málum hvør vóru Krista Mohr Leo og Tórun Vilhelm.

 

Kyndil, VÍF og H71 hava tvey stig hvør. VB er aftast við ongum stigi.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 hittast Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum í Vestmanna:

 

##med2##