Faxe Kondi menn: VÍF vann bólk 1 og H71 vann bólk 2

Tríggir dystir vóru leiktir í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld.

Savnsmynd

VÍF vann bólk 1 og H71 vann bólk 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Tað er staðfest aftaná dystirnar í kvøld.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 ein sera tepran 32-31 sigur á H71, ið sostatt vann bólk 2 við fullum stigatali, seks stigum. Í steðginum var H71 á odda 15-14.

 

Toppskjútti hjá H71 við níggju málum var Rókur Ziskason. Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.

 

H71 er fremst við seks stigum. StÍF og Kyndil hava tvey stig hvør. Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 hittast Kyndil og Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn.

 

VÍF hevur vunnið bólk 1. 

 

Í kvøld vann VÍF 28-25 á KÍF. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. 

 

Óli Jákup Gaard Hansen var toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Toppskjútti hjá KÍF við sjey málum var Bárður Dam.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin 33-20 á H71 2. Neistamenn vóru á odda 18-10 í steðginum.

 

Ari Árnason var toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Dánjal Tórgarð skoraði níggju mál fyri H71 2.

 

VÍF vinnur bólkin við fullum stigatali, seks stigum. KÍF við fýra stigum vinnur seg eisini víðari til hálvfinalurnar. Neistin hevur tvey stig, og H71 2 er aftast við ongum stigi.

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Hoyvík, Havn og Vestmanna:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd