Ukraina hevur fingið eina umbering frá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, eftir lutakastið fríggjadagin til HM-undankappingina.
Her vísti Fifa eitt kort yvir lond, sum av geopolitisku orsøkum ikki kundu hittast. Millum londini var Ukraina, men Krim-hálvoyggin var ikki merkt sum partur av landinum.
Hetta fekk landsins uttanríkisráð at seta seg í samband við FIFA, sum nú hevur svarað í einum almennum skrivi. Tað upplýsir ukrainska fótbóltssambandið á heimasíðuni.
- Infografikkurin er mentur av einum triðjaparti uttanífrá, og vit eru farin undir arbeiðið at loysa støðuna, eitt nú at taka myndina úr umferð, stendur at lesa í brævinum frá aðalskrivaranum í FIFA, Mathias Grafström.
- Vit viðurkenna fult og heilt viðkvæmið kring hetta evnið. Vit harmast um tær stúranir, sum grafikkurin kann hava elvt til, og virðismeta tykkara forstáilisi, meðan vit arbeiða við at loysa støðuna.
Evropakortið hjá FIFA á HM-lutakastinum fekk talsmannin hjá ukrainska uttanríkisráðnum, Heorhij Tykhy, at klaga um viðferðina í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.
- Við at tekna landamørkini øðrvísi, virka tit ikki bara ímóti altjóða lóg, men stuðla eisini russiskari propaganda, krígsbrotsverkum og ágangi móti Ukraina, segði Heorhij Tykhy.
Fótbóltssambandið í Ukraina sendi eisini eitt bræv til aðalskrivaran í FIFA, Mathias Grafström, og aðalskrivaran í UEFA, Theodore Theodoridis, við klagu.
Russland legði Krim undir seg í 2014, men hálvoyggin er altjóða viðurkend sum partur av ukrainskum øki.
Ukraina endaði í HM-undankappingini í bólki saman við Íslandi, Aserbadjan og vinnaranum av kvartfinaluni í Nations League millum Frakland og Kroatia.
/Ritzau/