Fimm smáar apur á føroyskum á Youtube

Teknarin Allan Korsager Davidsen hevur gjørt henda sjáldsama væl úr hondum greidda føroyska animatiónsfilm til sangin ”Fimm smáar apur”.

 

Filmurin er á YouTube-rásini Barnasangbók Føroya.

 

Tað er fyri Nám, at Allan Korsager Davidsen hevur gjørt animatiónsfilmin, sum tekur støði í eini tekning, ið hann gjørdi til ”Barnasangbók Føroya”, sum Mentamálaráðið gav út í november 2018.

 

Hann greiðir frá, at alt er gjørt í Photoshop og síðani lagað til og sett saman við Adobe After Effects og Premiere Pro.

 

Guðrun Sólja Jacobsen syngur ”Fimm smáar apur”, upptøkan er gjørd í rúminum hjá Námi á Hoyvíksvegi 72, og fylgispælið hava Rúni Eysturlíð, sum spælir el-gittar og hevur lagt til rættis saman við Árna Øregaard, ið spælir klaver og kontrabass.

 

Fleiri og fleiri sangir úr Barnasangbók Føroya verða lagdir út á Youtube-rásina. Tilsamans hava útvið 250.000 fólk sæð sangirnar.