Fípan FM við fullum stigatali

5-mannafør dreingir 14-16 ár: Ólavsøkusigurin var sera sannførandi

Longu undan ólavsøku var tað greitt, at ungu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru høvdu vunnið FM. Undan ólavsøku høvdu teir fult stigatal, men hóast FM heitið var komið inn um stokkin, so var dagsskráin í dag at syrgja fyri, at FM heitið varð vunnið við fullum stigatali.

 

Og tað var als eingin ivi. Fípan Fagnra sprakk avstað, og tað var ongantíð nakar spurningur, um Fípan Fagra fór at vinna. Heldur var spurningurin, hvussu sannførani sigurin fór at verða.

 

Sigurin var sera sannførandi. Tøkini hjá Fípudreingjunum munaðu meiri enn tey hjá kappingarneytunum, og tað var skjótt, at munurin var ein hálv bátslongd, sum longdist til eina bátslongd, og fram ímóti málinum var Fípan Fagra meiri enn tvær bátslongdir undan næsta bátinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

úrslit/rsf.fo