Firvaldur fer við gulli um fjørðin

5-mannafør kvinnur: Fípan Fagra var undan Tjaldrinum og Erlu Kongsdóttir, sum vunnu silvur og bronsu í FM

Fivaldur av Tvøroyri við kvinnumanning vann á ólavsøku og eisini FM. Hetta er fyrsta og einasta FM heitið, sum fer suður um Suðuroyarfjørð.

 

Firvaldur var undan ólavsøku stórur FM favorittur, og seinna partin av teininum var Firvaldur fremstur. Fyrra partin av teininum var tað rættiliga javnt millum tríggjar teir fremstu bátarnar. Fípan Fagra og Tjaldrið fylgdu væl við, men so var tað sum um, at tað glapp hjá teimum úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

 

Eina løtu var Firvaldur eina bátslongd undan teimum næstu, men so vísti Fípan Fagra fínan endaspurt. Fípan tók Erlu Kongsdóttir, og á síðstu hundrað metrunum gekk tað væl hjá Fípuni, sum át seg fram ímóti Firvaldi, men tað eydnaðist ikki at taka tað, sum skuldi til fyri at vinna ólavsøkuróðurin. Bæði hann og FM vann Firvaldur.

 

Í FM kappingini var tað Tjaldrið, sum vann silvur, og Erla Kongsdóttir vann bronsu. Í tí kappingini endaði Fípan Fagra eisini aftanfyri Leikalind og Knúk.

 

 

 

##med2##

 

#med3##

 

Úrslit/rsf.fo

 

##med4##