Fjórða tapið á rað hjá Team Sydhavsøerne

Tað gongur illa hjá liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni og Paula Mittún

Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Faaborg..

 

Fjórða dystin á rað vóru suðuroyggjamenn fyri tapi. Í kvøld taptu suðuroyggjamenn greitt 27-34 fyri Faaborg. Í fyrra hálvleiki stóð illa til hjá Pauli, Pæturi og liðfeløgunum, tí í steðginum var Faaborg á odda 20-9. Suðuroyggjamenn fingu steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, men tað endaði kortini við einum greiðum tapi.

 

Pætur skoraði tvey mál fyri Team Sydhavsøerne.

 

Team Sydhavsøerne er nummar sjey í deildini við 11 stigum fyri 13 dystir.

 

Sunnudagin 15. desember spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Tønder. 

 

Lemvig-Thyborøn uttan Kjartan Johansen leikti á heimavølli javnt 30-30 (15-15) móti Skive.

 

Lemvig-Thyborøn er fjórðfremst í deildini við 18 stigum fyri 13 dystir.