Foreldur, sum fáa tví- og fleirburðar, fara nú at fáa betri sømdir í barsilsskipanini. Hetta er ein partur av fleiri broytingum í uppskoti, sum Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur lagt fyri tingið.
Javnaðarflokkurin skrivar, at frameftir verður barsilin hjá tví- og fleirburðaforeldrum soleiðis, at bæði foreldrini kunnu vera saman um børnini samstundis í longri tíð. Við broytingini kunnu foreldrini verða um barnið samstundis í 28 vikur afturat teimum fýra vikunum, tey hava rætt rætt til í dag.
Fyri støk fleirburðaforeldur verður møguleiki eisini fyri, at annar umsorganarpersónur kann taka ein part av tíðini saman við mammuni.
Foreldur og børn, ið eru innløgd, skulu hava somu tíð sum onnur foreldur í barsil heima við barninum, heldur enn at stórur partur av barnsburðarfarloyvinum verður hildið á sjúkrahúsinum. Foreldur at barni, sum er føtt áðrenn viku 37, fáa tí longt barsil.
Eisini verður barsilsútgjaldið frameftir javnað á sama hátt, sum til dømis almannaveitingar. Áðrenn broytingina í vár, tá barsilsútgjaldið hækkaði upp í 30.000 kr., hevði upphæddin staðið í stað á 25.000 kr. í nærum 20 ár. Við nýggju broytingini fer barsilsgjaldið at fylgja gongdini í samfelagnum annars.
Foreldur, ið ættleiða barn, skulu hava betri møguleika at hjálpa barninum at fella til í nýggja heiminum fyrstu tíðina.
Uppskotið frá landsstýriskvinnuni bøtir munandi um møguleikan hjá foreldrum, sum ættleiða, at vera saman um barnið fyrstu tíðina.
Hetta eru alt broytingar, ið betra skipanina munandi. Barsilsskipanin er væl fyri fíggjarliga, so neyðugt verður ikki at hækka inngjaldið fyri at fremja hesar batar.
Undanfarna landsstýriskvinnan, Ingilín D. Strøm, var í samskifti við allar flokkar á tingi, og breið semja tykist vera um broytingarnar.
Uppskotið hjá Margit Stórá um broytingarnar í barsilsskipanini fær fyrstu viðgerð 16. januar.