Flogfar hevði royk í stýrhúsinum

- Talan var um eitt flogfar hjá Wizz Air við 190 ferðafólkum umborð, upplýsa svenskir miðlar

Mynd: Flightradar

Eitt flogfar, sum var á veg úr Gdansk í Póllandi til Tromsø í Noregi, noyddist at lenda í Arlanda-floghavnini uttanfyri Stokkhólm í Svøríki í kvøld.

 

Arlanda-flogvøllurin varð sambært Aftonbladet settur í tilbúgving fyri lendingina.

 

Talan var um eitt flogfar hjá Wizz Air við 193 ferðafólkum umborð.

 

- Eg kann vátta, at vit hava fingið eina fráboðan, og at vit eru ávegis hagar, sigur talsfólk hjá svensku løgregluni, Rebecka Landberg.

 

Umboð fyri svenska bjargingarsentralin sigur, at flogfarið upplýsti, at tey høvdu royk í stýrhúsinum.

 

Sambært svenskum miðlum lendi flogfarið á Arlanda-flogvøllinum um 19-tíðina í kvøld, lokala tíð.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Flightradar

Arlanda-flogvøllurin varð settur í tilbúgving fyri lendingina í kvøld