Føroyingarnir í FIF skutu 13 mál og HØJ vann trettanda sigurin á rað

Talan gjørdist um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag, og bæði sigraðu.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á heimavølli í dag trettanda sigurin á rað.

 

HØJ vann í Jyllinge-høllini greiðan 30-23 sigur á Odder. Í steðginum var HØJ á odda 17-13.

 

HØJ hevur í oddinum 26 stig fyri 13 dystir. Teir eru fimm stig frammanfyri nummar tvey, Skive sum hevur 21 stig.

 

Við fimm málum hvør vóru Janus Dam Djurhuus og Bogi Hansen millum toppskjúttarnar, tá FIF á heimavølli vann 30-28 á Roskilde. Í steðginum var FIF á odda 15-14. Jónas G. Djurhuus skoraði trý mál í dystinum, so samanlagt skutu føroyingarnir hjá FIF 13 av 30 málum í dag.

 

FIF er nummar seks í deildini við 12 stigum fyri 13 dystir.

 

Í morgin klokkan 16 kunnu Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus vinna seg upp á annað plássið. Tað gera teir í Aarhus um teir á heimavølli vinna á gamla liðnum hjá Teis, Tønder.