Fólk í túsundatali mótmæla í Georgia

Tey mótmæla, at russiskt sinnaður forseti tekur við embætinum

Andstøðan í Georgia fordømir valið av Mikheil Kavelasjvili (mynd) og sigur, at valið er ólógligt

Mótmælini í landinum halda fram, eftir at tjóðartingið í Georgia hevur valt Mikheil Kavelasjvili til nýggja forseta landsins.

 

Sagt verður, at Mikheil Kavelasjvili ikki er so heitur fyri vesturheiminum, men hellur meira til londini eystanfyri.

 

Hetta hóvar ikki mongum av landsins íbúgvum.

 

Andstøðan í Georgia fordømir valið av Mikheil Kavelasjvili og sigur, at valið er ólógligt.

 

Andstøðan sigur, at tað er sitandi forseti, Salome Zurabisjvili, sum er ES-sinnað, ið framvegis er lógligi forseti landsins.

 

Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í kvøld.

 

##med2##

 

Andstøðan í Georgia fordømir valið av Mikheil Kavelasjvili (mynd) og sigur, at valið er ólógligt

Salome Zurabisjvili er sitandi forseti í Georgia