Orsøkin til, at prísurin fyri at hava børn í vøggustovu og barnagarði í Havn er hækkaður við 337 krónur um mánaðin fyri eitt vøggustovupláss og 220 krónur meira fyri eitt barnagarðspláss er, er lønarlyftið sum námsfrøðingarnir hava finigð í ár.
Tað sigur Jóan Petur Hentze, kommunustjóri í Havn við útvarpið.
Hann sigur, at foreldur gjalda 27 prosent av tí, sum tað kostar, og tá starvsfólkini á dagstovnunum hava fingið lønarhækking, so verður tað automatiskt flutt yvir til foreldrini á hendan hátt.
Hann vísti tó á, at foreldur bara rinda fyri eitt dagstovnapláss, sjálvt um tey hava fleiri børn á stovni. Tórshavnar kommuna hevur systkinaavsláttur sum ger, at tey bara rinda fyri eitt barn.
Og spurningurin um tað er rætt og rímuligt at útreiðslan fyri lønarlyftið verður flutt á foreldrini – ja, tað er ein politiskur spurningur, sigur kommunustjórin.
So er spurningurin, um nýggja býráðið fer at lækka gjaldið aftur.