Framgongd: Hava selt ein bil meira enn í fjør

Fyri fyrstu ferð í drúgva tíð er framgongd í bilasøluni í hagtølunum frá Aktstovuni. Framgongdin er ein bilur

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu seld 648 nýggj akfør í Føroyum. Og hesaferð er talan um framgongd, hóast hon ikki er stór. Tí sama tíðarskeið í fjør vórðu seld 647 nýggj akfør, sum merkir ein framgongd upp á 1 akfar.

 

Taka vit bara talið av persónbilum í aprílmánaði, so eru nógv fleiri persónbilar seldir í apríl í ár í mun til apríl í fjør. Í ár er talið 267 bilar, meðan tað í fjør var 181 bilar. Tað er ein framgongd upp á 86 bilar.

 

##med2##