François Bayrou nýggjur forsætisráðharri í Fraklandi

Nýggi forsætisráðharrin hevur tríggjar ferðir stillað upp til franska forsetavalið, seinast í 2012

Í dag vita útlendskir miðlar at siga, at 73 ára gamli, François Bayrou, verður nýggjur forsætisráðharri í Fraklandi, eftir at franska stjórnin fall við einari misálitisváttan.

 

Hann er leiðari fyri sentrumsflokkin, Modem og borgarstjóri í franska býnum, Pau, sum liggur í útsynningspartinum av Fraklandi.

 

François Bayrou hevur eisini verið nevndur sum ein av favorittunum hjá forsetanum, Emmanuel Macron.

 

Útnevningin kemur eftir, at nú fyrrverandi forsætisráðharrin, Michel Barnier, herfyri varð feldur við einari misálitisváttan í franska tjóðartinginum.

 

Nýggi forsætisráðharrin hevur tríggjar ferðir stillað upp til franska forsetavalið, seinast í 2012. 

 

Hann varð valdur til løgmálaráðharra í 2017, men noyddist frá aftur ein mánað seinni, tí hann var undir skuldsetingum fyri at hava misbrúkt almennar ognir.

 

- François Bayrou var eisini ráðharri fyri útbúgvingum árini 1993 til 1997, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.