Franskur hondbóltsmiðil: Við Føroyum fáa HM-hálvfinalurnar eitt "unikt twist"

Føroyski fjórðingsfinalusigurin vekir endurljóð

Mynd: IHF

Stóri franski hondbóltsmiðilin við enska navninum: "Handnews" er hugtikin av fjórðingsfinalubragdinum hjá føroyska U21-landsliðnum.

 

Handnews skrivar: - HM Hálvfinalurnar í Póllandi fáa við Føroyum, og teirra ótrúligu gongd í kappingini eitt unikt twist. Hetta er søgan um eitt lítið land, ið skakar evropeiskan hondbólt. Við toppskjúttanum í kappingini, Óla Mittún á odda heldur tað føroyska liðið fram við at hugtaka við at vera so búnir, og við at vísa ró og yvirblikk í teimum avgerandi løtunum. 

 

Og leggur Handnews aftrat: - Meðan Svøríki-Danmark er ein væntað HM-hálvfinala, so er tann veruliga sensasjónin hesir ungu føroyingarnir, ið nú droyma um eitt søguligt avrik.

 

Vøkur orð frá einum stórum miðili. 

 

Føroyska U21-landsliðið spælir í kvøld klokkan 20 HM-hálvfinalu móti Portugal. 

 

Mynd: IHF