Fraklendingurin Dominique Pélicot varð hósdagin funnin sekur í at hava fingið menn at neyðtaka nú fyrrverandi konu sína, Gisèle Pelicot.
Hann er funnin sekur í øllum ákærunum og skal nú 20 ár í fongsul.
72 ára gamli Pelicot varð ákærdur fyri fleiri ferðir at hava doyvt konu sína og latið fremmandar menn neyðtaka hana. Hann filmaði neyðtøkurnar og goymdi upptøkurnar á telduni.
Pelicot hevur játtað at hava skipað fyri neyðtøkunum, sum hildu fram í eitt tíðarskeið upp á næstan tíggju ár. Hann fann menninar á netinum.
Advokaturin hjá honum sigur, at hann umhugsar at kæra dómin. Hann hevur tíggju dagar at taka støðu til tað.
Umframt Dominique Pélicot vóru 50 aðrir menn skuldsettir í málinum. Teir eru allir funnir sekir.
Eftir rættarfundin sigur Gisèle Pelicot, sum eins og fyrrverandi maður hennara er 72 ára gomul, at tað drúgva rættarmálið hevur verið hart. Hon angrar tó ikki ynskið um at halda rættarmálið alment.
– Eg eri nú vís í, at vit saman kunnu røkka eini framtíð, har hvør kvinna og maður kunnu liva í samljóði og virðing og sínámillum skili. Takk fyri, sigur hon.
Undir rættarmálinum viðgingu nakrir av monnunum, at teir neyðtóku Gisèle Pelicot.
Aðrir hava hildið fast um, at teir hildu, at hon hevði samtykt tað. Teir hildu, at talan var um eitt spæl, har hon gjørdi sum um hon svav.
Gisèle Pelicot hevur grinið at forkláringunum frá monnunum, sum hava sagt, at teir hildu, at hon spældi við.
Sambært henni hava forkláringarnar hjá monnunum víst, hvussu feikir teir eru.
Tveir av monnunum í málinum eru funnir sekir í neyðtøkuroynd, meðan tveir eru dømdir fyri kynsligan ágang.
Hinir eru allir funnir sekir í neyðtøku, upplýsir rætturin.
Tilsamans hava 51 ákærdir fingið fongsulsrevsing á millum 3 og 20 ár, skrivar tíðindastovan AFP.
Málið hevur fingið munandi ans bæði í fronskum og altjóða miðlum. Hetta er ikki minst tí, at Gisèle Pelicot frá byrjan av hevur hildið fast um, at almenningurin skal vita navn hennara og smálutirnar í málinum.
Millum annað hevur hon talað fyri, at video av neyðtøkunum verða vístar í rættinum, soleiðis at tað skuldi vera greitt fyri øllum, at hon var óvitandi, meðan tað fór fram.
- Eg havi avgjørt ikki at skamma meg. Eg havi einki skeivt gjørt. Tað eru teir, sum skulu skammast, segði Gisèle Pelicot undir einum rættarfundi í oktober.
Ritzau/Reuters