Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sigur sambært AFP í dag, at friðarsamrøður um Ukraina møguliga kunnu byrja í vetur.
Pólland hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum hjá Ukraina, síðan Russland leyp á fyri meira enn túsund døgum síðan.
Hin 22. februar næsta ár verða nevniliga trý ár, síðan russiskar herdeildir við køldum blóði gjørdu innrás í grannalandið.
- Pólland skal ikki bara verða til steðar, tá friðarsamrøður verða, men landið skal eisini hoyrast um tær avgerðir, sum tá verða tiknar.
Tað sigur pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sambært AFP-tíðindastovuni í dag.