Hákun West av Teigum og liðfelgarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst móti verandi meistarunum, Magdeburg í Max Schmelling høllini í Berlin.
Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Füchse Berlin hevði møguleikan at fara í eitt seinasta álop, tá Magdeburg hevði javnað til 31-31, men støðan bleiv ikki gagnnýtt.
Í fyrra hálvleiki var Füchse Berlin greitt omaná, og var heimaliðið á odda 23-17 í steðginum. Í seinna hálvleiki útiliðið omaná.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málmøguleikar.
Füchse Berlin er triðfremst í bundesliguni við 20 stigum. Melsungen og liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf eru fremst við 22 stigum hvør.
Komandi hóskvøld klokkan 18 hevur Füchse Berlin heimadyst móti Lemgo.
Fyrr í dag vann THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu 37-33 (23-16) á Eisenach á útivølli.
THW Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 18 stigum.