Fylti 65 ár og svam úr Akrabergstanga suður á Munkin

Seks tilkomnir svimjarar svumu fríggjadagin teir 6 kilometrarnar suður á Munkin - syðsta punkt Føroya

Soleiðis skrivar ein av svimjarunum, Niels Juel Arge, um túrin:

 

"Sjey ár eftir svimjitúrin úr Akrabergstanga út á Flesjarnar góðar 6 km suður í hav, løgdu 6 svimjarar frá geil 5 í Havn fríggjadagin 12. juli á somu slóð gjøgnum Røstina: Jon Hestoy, Eyðun Húsgarð, Leivur Michelsen, Brandur í Funningsstovu, Sámal Olsen og Niels Juel Arge.

   1 tíma og 35 minuttir tók tann nokkso gjálvuti svimjitúrurin út til Munkin. Súðurin og brotini við steinin vóru tó so mikil, at staðkønir í bátunum mettu tað ikki ráðiligt at svimja inn í og upp á steinin. 

   Jon Hestoy, sum fylti fylti 65 ár hendan sama dagin, legði túrin til rættis, og seinni var hugni í Vitapassarahúsinum saman við fjølskyldu hansara. Eitt vala føroyskt summarkvøld tað var í Akrabergi við skemti, gaman og smáreypi. 

   Somu bátar, sum fylgdu okkum í 2017, vóru so beinasamir at tørna til aftur hesaferð. MS Thorshavn av Tvøroyri og Actionboat Føroyar úr Vági, og Frits Stroem og Aksel Haraldsen stýrdu makrelinum. Takk fyri tað.

   Munkurin verður eisini onkuntíð nevndur Sumbiarsteinur, sum tó ikki skal blandast við Sumbiarhólm beint út fyri Sumbiar bygd."

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##