Tað siga Reuters og CNN Brasil, sum hava fingið upplýsingarnar váttaðar frá brasilsku løgregluni.
Sambært CNN Brasil kemur handtøkan sum liður í kanningum hjá løgregluni, har tey ákæra fyrrverandi brasilska forsetan, Jair Bolsonaro, fyri at hava ætlanir um eitt kvett í landinum.
Umframt forsetan heldur løgreglan eisini, at fleiri fyrrverandi ráðharrar og yvirskipaðir ráðgevar stóðu aftanfyri.
Jair Bolsonaro tapti forsetavalið í 2022 fyri Luiz Inácio Lula da Silva.
Nakrar dagar eftir at Lula varð settur sum nýggjur forseti 1. januar 2023, stormaðu viðhaldsfólk Bolsonaro í tjóðartingið og hægstarætt í landinum.
/Ritzau/