16. mai í 2022 var Kim Engstrøm uppsagdur sum høvuðsvenjari hjá HB aftaná 10 dystir vóru leiktir í Betrideildini hjá monnum. Tá hevði HB 16 stig av 27 møguligum, og HB lá tá á einum fjórða plássi, ið ikki var hildið at vera nøktandi.
Kim Engstrøm kom skjótt í starv aftur, og hann fekk møguleikan í B93, ið tá spældi í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Kim Engstrøm at vinna uppflyting til næstbestu donsku deildina við kappingarenda í 2023, og tað eydnaðist honum at halda liðnum í deildini tað komandi kappingarárið.
Men nú er tíðin sum venjari hjá B93 liðug hjá Kim Engstrøm. B93 er triðaftast í deildini við 18 stigum fyri 18 dystir. Tað er leiðslan í B93 ikki nøgd við.
Hesaferð helt starvið hjá Kim Engstrøm tó í hálvttriðja ár.