Eitt 50 ára gamalt russiskt tangaskip við túsundtals tonsum av olju er brotið í fleiri partar í ódnarveðri í Kerchsundinum nærhendis Krim-hálvoynni og lekur olju.
Samstundis er eitt annað tangaskip eisini í havsneyð og hevur fingið skaða.
Tað boðaðu russisk embætisfólk frá í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
Í minsta lagi ein persónur er dripin.
Neyðstøða er og oljudálking orsakað av vanlukkuni. Tað upplýsir russiski skipamyndugleikin Rosmorrechflot, sambært statsligu russisku tíðindastovuni Tass.
Nærri smálutir um umfangið av útlátinum eru tó ikki kendir.
Tangaskipið "Volgoneft 212" við 15 fólkum umborð er fara um tvøran og fremri endin søkkur, vísa myndir frá almennum miðlum. Meðan skola aldurnar yvir skipið.
Tað siglir undir russiskum flaggi, varð bygt í 1969 og hevði rent á land, siga embætisfólkini.
Eitt annað skip, sum siglir undir russiskum flaggi, rekur eftir at hava fingið skaða, upplýsir Tilbúgvingarmálaráðið. Tað hevur eina manning uppá 14 mans og varð bygt í 1973.
Bæði skipini hava kapasitet at lasta 4200 tons av oljuvørum. Teir vóru í Kerchsundinum, tá teir sendu út neyðarkall.
Yvir 50 fólk, ein tyrla og ein bjargingarbátur eru send út, upplýsa russiskar keldur.
Hinvegin fer ógvusliga veðrið at vera ein forðing, skrivar statsliga russiska tíðindastovan Tass.
Videoupptøkur, sum eru deildar á sosialu miðlunum, vísa ógvusligan sjógv, svart vatn og eitt tangaskip, sum er um at søkka.
Russland tók Krim-hálvoynna í 2014 við valdi og eftir eina sera umstrídda fólkaatkvøðu, sum nógv lond meta ikki vera galdandi.
Kerchsundið skilir Krim frá russiska meginlandinum.
Tað bindur Azovhavið og Svartahavið saman og er ein nógv brúkt farmaleið hjá Russlandi.
Korn, olja og jarðgass verða flutt um sundið.
Ritzau/Reuters