Øll partrolarapørini eru til fiskiskap í løtuni. Skipini fiska mest upsa og fáa eisini nakað av hvítum fiski.
- Partrolararnir hava misjavnan fiskiskap, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir ísfiskatrolarar fiska svartkalva í bretskum sjógvi.
- Teir koma væntandi inn at landa í vikuni sum kemur.
Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi, og ein er í Eysturgrønlandi, verður lagt aftrat um lemmatrolararnar.
Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at allir liggja við bryggju í løtuni.
Trý garnaskip eru til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni sum kemur.