Géza Dávid Turi er nú alment føroyingur

Géza Dávid Turi hevur í dag fingið føroyskt pass og kann spæla á føroyska landsliðnum

Géza Dávid Turi hevur í dag fingið føroyskt pass og kann spæla á føroyska landsliðnum.

 

- Eg havi allar møguligar kenslur. Tað er ringt at finna orð fyri hesum, sigur Géza Dávid Turi.

 

Hann kann nú spæla á føroyska manslandsliðnum. 23 ára gamli Géza Dávid Turi hevur búð í Føroyum síðani 2006. Hann hevur kent seg sum føroying og gøtumann í nógv ár, men á pappírinum hevur hann verið ungari.

 

Géza Dávid Turi verður vanliga nevndur “Lítli Geza” í víkingaumhvørvinum í Sarpugerði. Hann er sonur fyrrverandi málverjan hjá GÍ og Víkingi, Géza Tamás Turi, og Zsuzsanna Nagy úr Ungarn.

 

“Gamli Geza” kom til Føroyar í 2006. Hann spældi við GÍ fram til samanleggingina í 2007. Síðani spældi hann við Víkingi, til hann legði handskarnar á hillina og bleiv málmansvenjari í 2017.

 

Géza Dávid Turi var sostatt bara ein fýra ára gamal smádrongur, tá pápi hansara fekk eitt tilboð um at spæla við GÍ. Umhvørvið í Eysturkommunu er tiltikið gott og familjan úr Ungarn kendi seg skjótt vælkomna. Tað gekk ikki long tíð, so kendi Géza Dávid Turi seg sum ein føroying millum aðrar føroyingar. Málið um at fáa dupultanríkisborgararætt fór í gongd.

 

Í meir enn trý ár hevur Géza Dávid Turi bíðað eftir útlendingastýrinum. Í dag kom stóri dagurin.