Náttina til mánadag hittist sjónleikaraelitan til glæsiliga gallaveitslu í Hollywood við tí endamáli at heiðra seg sjálvan og hvønn annan. 24 Oscar virðislønir vóru latnar í nátt.
Ikki yvirraskandi vann amerikanski sjónleikarin Rami Malek virðislønina fyri besta mannliga sjónleikari, og hesa fekk hann fyri sín framúrskarandi leiklut sum Freddie Mercury í filminum "Bohemian Rhapsody". Sami filmur vann aðrar virðirlønir eisini - tvær fyri ljóð og eina fyri redigering.
Virðislønina fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fekk Olivia Colman fyri sín leiklut í "The Favourite".
Danir fegnast í dag, tí filmurin "Green Book" við hálvdanska Viggo Mortensen í høvuðsleiklutinum vann nevniliga virðislønina fyri besta filmin. Hesin filmurin vann eisini virðislønina fyri besta originala leikrit, og besta birollan var eisini at finna í hesum filminum.