Fráboðanin um nýggja partapeningin kom stutt eftir, at felagið hevði framleitt sín fyrsta sonevnda doré-gullkubban úr náminum í Nalunaq í Grønlandi. Mynd: Amaroq Minerals

Gull slóðar fyri nýggjum kapitali í Amaroq Minerals

Slakar 250 milliónir krónur eru reistar í nýggjum partapeningi til eina verkætlanan at vinna gull í Grønlandi

 

Fráboðanin um nýggja partapeningin kom stutt eftir, at felagið hevði framleitt sín fyrsta sonevnda doré-gullkubban úr náminum í Nalunaq í Grønlandi. Mynd: Amaroq Minerals

Tað er gull í Grønlandi, og nú hevur felagið, Amaroq Minerals, fingið uppaftur 250 milliónir krónur til eina verkætlan at vinna gull úr grønlendsku undirgrundini.

 

Talan er um nýggj partabrøv í felagnum, sum hevur eina gullverkætlan í Nalunaq í Grønlandi. Tað er Amaroq Minerals, sum eigur myndina av gullkubbanum her omanfyri.

 

Sambært Sermitsiaq er tað íslendingurin, Eldur Olafsson, sum stendur á odda fyri kanadiska felagnum, Amaroq Minerals, sum eigur gullverkætlanina í Nalunaq.

 

Sagt verður, at fráboðanin um nýggja partapeningin kom stutt eftir, at felagið hevði framleitt sín fyrsta sonevnda doré-gullkubban úr náminum.

 

Meira um hetta kann lesast í keypsútgávuni hjá grønlendsku heimasíðuni - www.sermitsiaq.ag

 

 

 

Fráboðanin um nýggja partapeningin kom stutt eftir, at felagið hevði framleitt sín fyrsta sonevnda doré-gullkubban úr náminum í Nalunaq í Grønlandi. Mynd: Amaroq Minerals