Gunnar Vatnhamar er ikki við Víkingi Reykjavík í Armenia

Ein skaði í knænum argar

Klokkan 17.45 í morgin spælir liðið hjá Gunnari Vatnhamar enn ein dyst í deildarspælinum í Conference League.

 

Víkingur Reykjavík møtir armenska liðnum, Noah á tjóðarleikvøllinum í Jerevan, har Gunnar hevur góð minnir við landsliðnum.

 

Men Víkingur má klára seg uttan Gunnar: - Eg fekk ein skaða í knæið sum ger, at eg eri ikki klárur til dystin. Greiðir Gunnar frá í stuttari viðmerking til in.fo.

 

Víkingur hevur tó tveir aðrar Conference League dystir undan jólum. 12. desember fáa teir Djurgården, og 19. desember spæla teir á útivølli móti LASK Linz í Eysturríki.

 

Víkingur er í løtuni nummar 13 av teimum 36 liðunum í deildarspælinum í Conference League. Víkingur hevur vunnið seks í trimum dystum. 

 

Noah hevur eina lítla favorittstøðu í morgin, men Víkingur hevur Cercle Brügge og Borac Banja Luka, so teir eru avgjørt ikki uttan møguleikar móti Noah.

 

Í seinasta umfarinum tapti Noah 0-8 (0-6) fyri Chelsea á Stamford Bridge leikvøllinum í London.