Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Í málinum varð Sarkozy dømdur trý ára fongsulsrevsing í 2021 - harav tvey ár vórðu treytað - fyri millum annað at hava roynt at mutra ein dómara.
Hann mátti tæna seinasta árið í fótleinkju.
Sambært rættinum hevði Sarkozy roynt at tryggja sær eitt starv til dómaran Gilbert Azibert í Monaco afturfyri upplýsingar um eina kanning av nýtsluni av valstríðspeningi hjá Sarkozy aftur í 2007.
Serliga var Sarkozy undir illgruna fyri at hava fingið pengar frá arvinginum hjá L’Oréal, Liliane Bettencourt, í stríð við reglurnar.
/Ritzau/