Hallur ynskir sær England

HM26: Lutakastið verður í dag

Hallur Hansson vónar, at Føroyar í komandi HM-undankapping verða í bólki saman við England, Ungarn ella Noregi, Írlandi og Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í dag verður lutakast um, hvørjum londum føroyska manslandsliðið skal spæla ímóti í komandi HM-undankapping, sum er á skránni í 2025. Tað verður á middegi.

 

Áðrenn lutakastið eru Føroyar í styrkisbólki 4, og koma tískil í bólk saman við einum av londunum í stýrkisbólkunum 1, 2 og 3, og møguliga einum landi úr styrkisbólki 5.

 

– Eg ynski mær fyrst og fremst England úr bólki 1. Úr styrkisbólki 2 kundi eg hugsað mær Ungarn ella Noreg, og úr bólki 3 ynski eg mær Írland. Og eru vit hepnir, og koma í ein bólk við fimm londum, so verður tað vónandi Liktinstein úr styrkisbólki 5. Marrubólkurin hevði verið Sveis, Ukraina, Slovenia og Moldova, sigur liðskiparin á A-landsliðnum, Hallur Hansson, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

 

Dystirnir í undankappingini til HM 2026, sum verður í Kanada, Meksiko og USA, verða spældir í mars, juni, september, oktober og november í 2025.

 

Styrkisbólkur 1

 

Spania, Týskland, Portugal, Frankaríki, Italia, Holland, Kroatia, England, Belgia, Danmark, Sveis og Eysturríki

 

Styrkisbólkur 2

 

Ukraina, Svøríki, Turkaland, Wales, Ungarn, Serbia, Pólland, Grikkaland, Rumenia, Slovakia, Kekkia og Noreg

 

Styrkisbólkur 3

 

Skotland, Slovenia, Írland, Albania, Norðurmakedónia, Georgia, Finnland, Ísland, Norðurírland, Montenegro, Bosnia-Hersigovina og Ísrael

 

Styrkisbólkur 4

 

Bulgaria, Luksemborg, Kosovo, Belarus, Armenia, Kasakstan, Aserbadjan, Estland, Kýpros, Føroyar, Lettland og Litava

 

Styrkisbólkur 5

 

Moldova, Malta, Andorra, Gibraltar, Liktinstein og San Marino

 

Lutakastið byrjar klokkan 11:00, og kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Hallur Hansson vónar, at Føroyar í komandi HM-undankapping verða í bólki saman við England, Ungarn ella Noregi, Írlandi og Liktinstein - Mynd: Hans Erik Danielsen