Tað var tíverri eingin føroyingauppgerð í Wunderino-høllini í Kiel, tá Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vitjaði THW Kiel í dysti í bundesliguni.
Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið er uttanfyri við skaða vann 28-24 á Hannover. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá heimaliðnum, ið var á odda 18-12 í steðginum. Vilhelm skoraði eitt mál fyri Hannover.
Hannover næstfremst í deildini við 22 stigum, sama stigatali sum Melsungen. Liðið hjá Hákun West av Teigum, Füchse Berlin og Kiel hava 20 stig hvør. Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt hevur 19 stig. So tað er sera javnt og spennandi í bundesliguni.