Hava samtykt uppskotið um Suðuroyartunnil

Løgtingið samtykti í kvøld uppskotið um útbjóðing av Suðuroyartunlinum

Uppskotið hjá løgmanni varð sum væntað samtykt við aðru viðgerð við sera stórum meiriluta. 28 atkvøddu fyri og 4 atkvøddu ímóti.

 

Orðaskiftið vardi í 8 tímar og 20 minuttir. 

 

Eftir ætlan skuldi málið verið viðgjørt á tingfundinum í gjár, soleiðis at tað endaliga kundi samtykkjast við 3. viðgerð á tingfundi í morgin.

 

Men sum síðsta mál á skránni, so gjørdist dagurin í gjár ov stuttur, og tá løgtingsforkvinnan kundi staðfesta, at tað vóru ikki stundir at fáa málið liðugt viðgjørt fyri midnátt í gjár, so valdi hon at útseta málið til tingfundin í dag. Og tað var helst skilagott, tí orðaskiftið vardi sum sagt í 8 tímar og 20 minuttir.

3. viðgerð verður síðst í mánaðinum.

 

Av teimum fýra sum atkvøddu í móti vóru trý úr andstøðuni og ein úr samgonguni.

 

Soleiðis atkvøddu tingfólk í málinum um at bjóða út arbeiðið til at gera Suðuroyartunnilin:

 

##med2##

 

##med3##