Hin 10. desembur lat fjøllistamaðurin Øssur Johannesen upp eina framsýning í Keypmannahavn. Tað er í gallarínum UnderKant, sum er í Kofoeds Skole á Amager, og framsýningin er opin til 17. januar.
Evnið er “Heimloysi, sálarsjúka og flýggjan”.
Listin hjá Øssuri tekur støði í hansara egnu royndum og upplivingum.
– Hetta evnið við sálarsjúku er ikki nógv lýst í føroyskari list ella í list sum heild. Og heldur ikki flóttafólk, fortelur hann og vísir víðari á sín íblástur, sum eisini tekur støði í heimloysi.
– Tað er menniskju, sum hava mín áhuga. Ofta menniskju, sum hava tað trupult. Eg velji mær nøkur evni, sum eg dyrki, og fari í dýpdina við teimum í myndarøðum, sigur hann.
At tað eru myrk evni, sæst aftur á úttrykkinum í myndunum – og sum Øssur sigur:
– Eg tekni og máli slíkt, sum tey flestu ikki vilja hava hangandi á vegginum.
– At mála smáborgarligt veggjaprýði ella undirhalda fólk í lekkrum parfumeraðum popplitum, tað tími eg ikki. Eg vil og kann gera nakað meira varandi enn tað, sigur Øssur Johannesen.
##med2##
##med3##
Tvær meiningar: Kompromisleyst og ófiltrerað
Tveir útisetar, sum vóru til ferniseringina, eru Óli Poulsen og Edmund S. Jacobsen.
Óli Poulsen sigur soleiðis um framsýningina og listamannin:
– Tað er ein rættiliga ófiltrerað og beinleiðis útlegging frá einum “insidara”, sum hevur sæð og upplivað ting, vit onnur eru sloppin frá at upplivað. Eg haldi, tað eru flottar myndir. Ikki meint sum flottar dekoratiónir, men ein kraftig rívan í sálina. Og ein áminning um tað, man helst vil gloyma
Edmund S. Jacobsen sigur soleiðis:
– Øssur er sera kompromisleysur í síni tungu og vøkru motivum og litum. Hann hevur nógvar gløggar fjepparar, sum eiga málningar og tekningar frá honum. Hansara vøkru listaligu andlit hava sterkan karakter og líkjast onkrum millum Jesus og Hanus G. Johansen.
– Tað pínir meg, at heimleys og sálarsjúk á okkara breiddarstigum næstan vera koyrd í djóragarð - spard, fjald burtur og stappað saman í ein bunka við kemiskum heilivági uttan at verða hoyrd. Ofta er larmandi tøgn ella larmur, hjálparloysi og deprimerandi stemningur, sum bonusrevsing.
##med4##
##med5##
Les longri samrøðu við Øssur Johannesen í Sosialinum hin 10. januar í nýggja árinum.##med6##
Myndir: Edmund S. Jacobsen