Góðu tit øll,
Eg havi játtað at stilla upp aftur til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu 12. november 2024. Eri takksamur um tann dygga stuðul, ið eg fekk til valið seinast, har lítið restaði í at verða valdur. Og eg brenni meira enn nakrantíð fyri at gera mun og skapa álit á eina kommunu, har øll skulu hava sama rætt og fáa eins viðferð til at liva, búgva og virka – borgarar, vinnulív og mentan. Uttan mun til, hvørji vit eru. Vit skulu gera mun fyri fólk. Ikki gera mun á fólki.
Millum míni hjartamál eru hesi, sum eg fari at greiða nærri frá fram til valdagin:
- FÍGGJARLIGT SKYNSEMI, GREIÐAR LANGTÍÐARÆTLANIR OG OPINLEIKI skal vera í øllum arbeiði, har borgararnir verða hoyrdir og hava veruliga ávirkan. Eins væl og borgarar skulu hava sama rætt til kommunalar tænastur, so skulu vinnufyritøkur hava sama rætt at bjóða sínar tænastur til kommunalar uppgávur og arbeiði, ið sjálvsagt skulu bjóðast alment út eftir reglunum.
- BÚSTAÐIR FYRI EIN RÍMILIGAN PENGA. Vit skulu tryggja fjølbroytt bústaðartilboð til okkara ungu, barnafamiljur, eldri, lesandi og fólk við serligum tørvi. Fyri ein rímiligan penga.
- BÝARPLANLEGGING OG GRUNDLEGGJANDI BYGGISAMTYKTIR skulu vera grundarlagið. Um, hvussu kommunan verður útbygd og viðlíkahildin við atliti til bústaðir, trygd, trivnað, umhvørvi, mentan og vinnu. Bygdirnar og býarpartarnir í kommununi skulu hava sínar egnu ætlanir og planlegging, ið skapa eina heild, og sum ikki vera broyttar tilvildarliga uttan viðgerð og hoyringar.
- FRÍTÍÐARTILBOÐ, TRIVNAÐUR OG FELAGSSKAPIR. Frítíðar- og mentanartilboðini og teir sjálvbodnu felagsskapirnir og feløgini skulu hava betri karmar. Ikki bert ítrótturin, men tey fjølbroyttu og ymisku áhugamálini, har børn, ung og eldri kunnu vera saman um at skapa og menna.
- TÆR GRUNDLEGGJANDI KJARNUUPPGÁVURNAR SKULU HALDAST OG BETRAST, ÁÐRENN NÝGGJ OG STÓR PROSJEKTIR: Eldrarøkt, dagsstovnar, skúlar, vegir og gongubreytir, ferðslutrygd, kloakkviðurskifti, renovasjón og ruskskiljing.
Eg gleði meg at arbeiða saman við tykkum og teimum mongu góðu fólkunum á lista E um at skapa vón og mál og álit fyri okkara felags kommunu.
Vinaliga
Gunnar Djurhuus
Valevni á lista E til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu