HM 2026 lutakastið: Her er lutakastið

HM26: Føroyar komu í ein bólk við fimm londum, men enn eina ferð glapp Ongland

Lutakastið til HM 2026 undankappingina hevur verið í dag. Føroyar eru í bólki L saman við taparanum av Fraklandi og Kroatia í Nations League, Kekkia, Montenegro og Gibraltar. Hetta er eitt góðkent lutakast, tí vandin var at einki lið kom úr lægsta styrkisbólkinum. Við hesum verður talan um átta HM-undankappingardystir heldur enn seks dystir. 

 

Føroyar høvdu annars kós móti bólki K, har Ongland er, men av tí at Lettland endaði aftast í okkara Nations League bólki og skal spæla í Nations League niðurflytingarspælinum, so blivu teir fluttir í bólk K. So tú kundi sagt, at lagnan ætlaði at Føroyar skuldi møta Onglandi, men at skipanin ikki vildi tað, tí Føroyar bjargaðu sær undan niðurflyting.

 

Um Frakland vinnur á Kroatia, so er hetta fyrstu ferð at vit eru í bólki saman við kroatum sum sjálvstøðugari tjóð. Vit vóru í bólki saman við teimum til EM 1992 undankappingina, men tá var Kroatia ein partur av Jugoslavia.

 

Hetta er eisini fyrstu ferð, at vit koma í bólk saman við Montenegro og Gibraltar, men vit hava spælt venjingardystir móti Gibraltar. Fyrsti dysturin verður longu í mars mánaði. Føroyska landsliðið hevur í løtuni ongan høvðusvenjara.

 

Bólkur A:

 

Vinnarin av Týskland/Italia

 

Slovakia

 

NorðurÍrland

 

Luksemborg

 

Bólkur B:

 

Sveis

 

Svøríki

 

Slovenia

 

Kosovo

 

Bólkur C:

 

Taparin av Portugal/Danmark

 

Grikkaland

 

Skotland

 

Hvítarussland

 

Bólkur D:

Vinnarin av Frakland/Kroatia

 

Ukraina

 

Ísland

 

Aserbadjan

 

Bólkur E:

 

Vinnarin av Spania/Holland

 

Turkaland

 

Georgia

 

Bulgaria

 

Bólkur F:

 

Vinnarin av Portugal/Danmark

 

Ungarn

 

Írland

 

Armenia

 

Bólkur G:

 

Taparin av Spania/Holland

 

Pólland

 

Finnland

 

Litava

 

Malta

 

Bólkur H:

Eysturríki

 

Rumenia

 

Bosnia & Hersegovina

 

Kýpros

 

San Marino

 

Bólkur I:

 

Taparin av Týskland/Italia

 

Norra

 

Ísrael

 

Estland

 

Moldova

 

Bólkur J:

Belgia

 

Wales

 

Norðurmakedónia

 

Kasakstan

 

Liktinstein

 

Bólkur K:

Ongland

 

Serbia

 

Albania

 

Lettland

 

Andorra

 

Bólkur L:

 

Taparin av Frakland/Kroatia

 

Kekkia

 

Montenegro

 

Føroyar

 

Gibraltar

 

Undan lutakastinum blivu londini styrkismett í fimm bólkar:

 

Styrkisbólkur 1:

 

Frakland

 

Spania

 

Ongland

 

Portugal

 

Holland

 

Belgia

 

Italia

 

Týskland

 

Kroatia

 

Sveis

 

Danmark

 

Eysturríki

 

Styrkisbólkur 2:

 

Ukraina

 

Svøríki

 

Turkaland

 

Wales

 

Ungarn

 

Serbia

 

Pólland

 

Rumenia

 

Grikkaland

 

Slovakia

 

Kekkia

 

Norra

 

Styrkisbólkur 3:

 

Skotland

 

Slovenia

 

Írland

 

Albania

 

Norðurmakedónia

 

Georgia

 

Finnland

 

Ísland

 

NorðurÍrland

 

Montenegro

 

Bosnia & Hersegovina

 

Ísrael

 

Styrkisbólkur 4

 

Bulgaria

 

Luksemborg

 

Hvítarussland

 

Kosovo

 

Armenia

 

Kasakstan

 

Aserbadjan

 

Estland

 

Kýpros

 

Føroyar

 

Lettland

 

Litava

 

Styrkisbólkur 5

 

Moldova

 

Malta

 

Andorra

 

Gibraltar

 

Liktinstein

 

San Marino