Fyrrverandi venjarin hjá bæði Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í Sävehof, Michael Apelgren er nú landsliðsvenjari hjá Svøríki.
Michael Apelgren hevur tikið út hópin, ið skal kappast í HM-endaspælinum, sum verður leikt í Kroatia, Noregi og Danmark, dagarnar millum 14. januar og 2. februar.
Her er svenski HM-hópurin við landsdystum og málum:
Málverjar:
- Andreas Palicka, Paris Saint-Germain (166 landsdystir/19 mál)
- Tobias Thulin, Pick Szeged (67/0)
- Fabian Norsten, Ålborg Håndbold (5/0)
Vengur:
- Hampus Wanne, FC Barcelona (104/425)
- Lucas Pellas, Montpellier HB (78/251)
- Niclas Ekberg, Ystads IF (210/841)
- Sebastian Karlsson, Montpellier HB (23/70)
Strikuspælarar:
- Max Darj, Füchse Berlin (125/149)
- Felix Möller, Ålborg Håndbold (21/23)
- Oscar Bergendahl, SC Magdeburg (63/100)
Bakkar:
- Jonathan Carlsbogård, FC Barcelona (77/152)
- Eric Johansson, THW Kiel (38/101)
- Jim Gottfridsson, SG Flensburg-Handewitt (162/514)
- Jonathan Edvardsson, TSV Hannover-Burgdorf (27/18)
- Albin Lagergren, SC Magdeburg (118/351)
- Edwin Aspenbäck, TTH Holstebro (2/3)
- Lukas Sandell, Veszprem KC (64/158)
Svøríki er í innleiðandi bólki F saman við Japan, Spania og Chile. Svøríki spælir innleiðandi dystirnar í Unity Arena høllini í Oslo.