HM-lutakast: Føroyar skulu møta Litava í tveimum dystum

Vinna føroysku kvinnurnar ein samlaðan sigur á Litava hava tær vunnið seg í HM-endaspælið

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir Play Off dystir  - ein heima og ein úti - móti Litava um rættin at taka lut í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi, ið verður leikt millum 27. november og 14. desember í 2025. 

 

Lutakastið var í Wien í Eysturríki. 

 

HM Play Off dystirnir vera leiktir dagarnar millum 9. og 13. apríl. Sera týðandi er, at ein útseld høll við Tjarnir stuðlar okkara kvinnum í heimadystinum. 

 

Claus Mogensen, landsliðsvenjari og leikararnir vildu helst sleppa undan Kroatia, Serbia, Portugal og Norðurmakedonia, og tað eydnaðist so. Litava hevur lægstu styrkismetingina, so hetta er tað nærmasta okkara koma einum dreymalutakasti. 

 

Í undanundankappingini vann Litava 37-23 (18-10) á Stórabretlandi, og tepran 25-24 (11-11) sigur á Grikkalandi. 

 

Litava tók lut í HM-endaspælinum í 1993, og í EM-endaspælinum í 1996, men hevur ikki vunnið seg í eitt endaspæl síðani tá.