HM-lutakast: Ísland spælir báðar Play Off dystirnar á heimavølli

Íslendska og ísraelska hondbóltssambandið eru samd um at spæla báðar dystirnar í Íslandi

Ígjár var greitt, at føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti møtir Litava í tveimum Play Off dystum um rættin at taka lut í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi í november og desember í 2025. Dystirnir - ein heima og ein úti - vera leiktir dagarnar millum 9. og 13. apríl.

 

Ísland trekti Ísrael, í tveimum dystum har íslendsku kvinnurnar vera favorittar at vinna seg til HM-endaspælið. 

 

Íslendska og ísraelska hondbóltssambandið eru samd um at spæla báðar Play Off dystirnar í Íslandi, havandi í huga støðuna í Miðeystri. 

 

Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur játtað Íslandi og Ísrael at avgreiða báðar dystirnar í Íslandi. 

 

Ísland og Ísrael møttust eisini í seinastu HM-undankappingini. Tá vann Ísland greitt í báðum dystunum, ávikavist 34-26 og 33-24, og samanlagt 67-50.