HM: Okkara komandi mótstøðulið tapti fyri Ungarn í bólki D

Okkara HM-banamenn, Norðurmakedonia fylgja Ungarn og Niðurlondum í millumumfarið

 

Ungarn vann innleiðandi bólk D í HM-endaspælinum í manshondbólti.

 

Ungarn vann í kvøld bólkafinaluna móti komandi EM-undankappingarmótstøðuliðnum hjá Føroyum, Niðurlondum. Dysturin endaði við 36-32 sigri til Ungarn, ið var á odda 19-17 í steðginum.

 

Okkara banamenn í HM-undankappingini, Norðurmakedonia vann fyrr í dag greiðan 29-20 (14-10) sigur á Guinea.

 

Ungarn vann bólkin við fimm stigum, Niðurlond hava fýra stig, Norðurmakedonia trý stig, og Guinea endaði aftast við ongum stigi.

 

Ungarn tekur trý stig, Niðurlond taka tvey stig, og Norðurmakedonia tekur eitt stig við sær í millumumfarið.

 

Mótstøðuliðini hjá Ungarn, Niðurlondum og Norðurmakedonia í millumumfarinum vera Frakland, Eysturríki og Katar.

 

Ungarn-Niðurlond 36-32 (19-17)

 

Toppskjúttar Ungarn: Bendeguz Boka 6, Mate Lekai 6, Zoltan Szita 6, Richard Bodo 5. 

 

Toppskjúttar Niðurlond: Rutger Ten Velde 10, Lars M. Koiij 5, Dani Baijens 4, Lucas Steins 3, Kay Smith 3. 

 

Norðurmakedonia-Guinea 29-20 (14-10)

 

Toppskjúttar Norðurmakedonia: Filip Kuzmanovski 12, Nenad Kosteski 4, Pavle Atanasijevikj 3, Igor Gjorgiev 3.

 

Toppskjúttar Guinea: Adjiri Yven Corcher 4, Jordan Florent Pitre 3, David Eponouh 3.