Hóskvøldið klokkan 19 taka Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn á heimavølli móti Mariu P. Nólsoy og hennara liðfeløgum í Horsens. Talan verður um eina "finalu" í bólki 1 í ovara endaspælinum um at fylgja Odense í hálvfinalurnar.
Í næstseinasta umfarinum í kvøld vann Keypmannahavn tepurt á Nykøbing Falster, og Horsens tapti greitt fyri Odense.
Tað merkir, at undan seinasta umfarinum hevur Odense 12 stig, Horsens hevur seks stig, Keypmannahavn hevur fýra stig, og Nykøbing-Falster er aftast við einum stigi.
Pernille skoraði fýra mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum eitt brotskast, tá Keypmannahavn á útivølli vann tepurt 38-37 (19-16) á Nykøbing-Falster.
Maria skoraði eitt mál, legði upp til fýra mál, og vann liðnum brotskøst, tá Horsens á útivølli tapti 25-32 (15-20) móti krútsterka oddaliðnum, Odense.