Í dag endar TeenStreet 2025

Legan, sum hevur verið í Suðurtýsklandi í eina viku, endar í kvøld

Eini 400 føroyingar hava verið á kristnu leguni TeenStreet 2025 í Suðurtýsklandi nú í eina viku. Og í kvøld er legan komin at enda og tey yvir 3000 fólkini – tannáringar og hjálparfólk úr nógvum ymiskum londum venda nú nøsuna heim aftur til sín sjálvs.

 

Soleiðis er eisini við føroyingunum. Tey flestu av teimum – tey, sum ikki ferðast sjálvi – fara upp í bussar, sum koyra inn á TeenStreet økið kl. 23.30, og koyra síðani til Keypmannahavnar, haðani flogið verður til Føroyar við Atlantsflogi í morgin.

 

Úr Týsklandi lata tey væl at og siga, at legan hevur verið sera góð, og alt hevur gingið upp á stás.