Tað vísa tøl, sum Solcelleforeningen hevur fingið frá Energistyrelsen í Danmark.
Fyrst í august eru 747 megawatt av sólorku knýtt at netinum í 2025.
Hetta er longu næst hægsta tal innan eitt álmanakkaár - bert yvirhálað í 2022, har góð 1,35 gigawatt vórðu knýtt.
Útbyggingin kemst í høvuðsheitum av bygging av nýggjum, stórum feltskipanum við sólkyknum, sum eru 650 av teimum 747 megawattunum, skrivar GridTech.
Til samanberingar komu ávikavist 65 og 63 megawatt av sólorku afturat í 2016 og 2017.
/Ritzau/